Innanlands

Turid Vang Frederiksen nýggjur stjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt

Hon byrjar í starvinum 1. september

2026-08-10 14:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur sett Turid Vang Frederiksen í starv, sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt frá 1. September 2026.

Turid er 50 ára gomul, er ættað úr Froðba og búsitandi í Hoyvík.

Hon hevur tikið læraraútbúgving í 2013. Áðrenn Turid varð útbúgvin lærari, var hon útbúgvin granskoðaranæmingur við HD. Hon er farin undir eftirútbúgving innan leiðslu.

Turid hevur drúgvar undirvísingarligar royndir í fólkaskúlanum. Eisini hevur hon leiðsluroyndir í privatu vinnuni, sum rokniskaparleiðari og fíggjarleiðari.

Undirvísingarstýrið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder