2026-07-15 07:18
Fyri góðum mánaði síðani varð starvið sum skúlastjóri í skúlanum við Løgmannabreyt endurlýst.
Tá freistin at søkja var út, høvdu 15 fólk søkt starvið. Ein teirra var Turid Vang Frederiksen, og nú er hon sett sum skúlastjóri.
Heimasíðan in.fo skrivar, at nýggjur stjóri varð settur til skúlan í Hoyvík í gjár.
Turid Vang Frederiksen skal avloysa Høgna Joensen 1. september. Hann gevst eftir 18 ár í starvinum - hevur verið í sessinum síðani stóri fólkaskúlin lat upp.
Turid Vang Frederiksen er millum annað lærari og er ættað úr Froðba, skrivar in.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald