Í komandi viku var tað ætlanin, at svenski verjumálaráðharrin, Pål Jonson skuldi vitja Turkaland, har hann m.a. skuldi hitta turkiska verjumálaráðharran, Hulusi Akar, og umrøða umsóknina hjá Svøríki um Nato-limaskap, sum Turkaland framvegis ikki hevur góðkent.
Men nú hevur Turkaland avlýst vitjanina hjá svenska ráðharranum.
Grundgevingin er m.a., at Rasmus Paludan, leiðari fyri høgravíðgongda flokkinum í Danmark, Stram Kurs hevur boðað frá, at hann í dag fer at brenna eina koran frammafyri turkisku sendistovuna í Stockholm. Turkiska stjórnin er eisini ónøgd við, at Svøríki eisini loyvir einum kurdiskum mótmæli móti NATO og turkiska forsetanum, Recep Tayyip Erdogan í Stockholm í dag.
Hulusi Akar sigur, at vitjanin hjá svenska starvsbróðir hansara ikki gevur meining í løtuni, og tí er hon avlýst.
Í gjár innkallaði turkiska uttanríkismálaráðið svenska sendiharran í Turkalandi til fund, har hann fekk at vita, at Turkaland fordømir slík "provokerandi mótmæli", skrivar Ritzau.
Svøríki og Finnland hava søkt um limaskap í Nato, og fyri at sleppa uppí verjusamgonguna krevst undirtøka frá øllum teimum 30 núverandi limalondunum, og Turkaland og Ungarn eru einastu londini, sum enn ikki hava góðkent umsóknina.
Í fjør skapti Rasmus Paludan fleiri ferðir øsing í Svøríki við brenning av koranum, og endamálið við dagsins mótmæli er at varpa ljós á talufrælsi, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald