Uttanlands

Turkaland fyllir 100 ár

Leiðorðini vóru verðsliggerð og nútíðargerð tá Atatürk stovnaði nýggja lýveldið í 1923

Turkiski forsetin Recep Tayyip Erdogan og kona hansara, Emine Erdoga, avmyndað við eitt hundrað ára hald í gjár (Mynd: EPA)

Turkiski forsetin Recep Tayyip Erdogan og kona hansara, Emine Erdoga, avmyndað við eitt hundrað ára hald í gjár (Mynd: EPA)

2023-10-30 10:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag er hundrað ár síðan Turkaland varð grundarlagt sum lýveldi. Tað var 29. oktober 1923, at landið varð grundarlagt við Ankara sum høvuðsstaði.

Lýðveldið byggir á leivdirnar eftir 600 ára gamla stórveldið osmaniska ríkið, ella ottomanska ríkið. Hetta ríkið var sterkast undir 1600-talinum, men misti sín týdning í byrjanini av 1900-talinum. Serliga fyrra heimskríggj rakti landið hart.

Tá Turkaland varð stovnað, vóru leiðorðini sekularisering (verðsliggerð) og modernisering (nútíðargerð). Landins fyrsti forseti, Mustafa Kemal Atatürk, heitti eitt nú á borgarnar í landinum, at lata seg í vesturlendsk klæði. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder