Tað er líkt til, at turkar skulu hava eitt valumfar afturat, áðrenn ein vinnari av forsetavalinum er funnin.
Við uml. 98,5 prosent av atkvøðunum taldar upp, hevur eingin av valevnunum tryggjað sær yvir 50 prosent av atkvøðunum, sum er neyðugt fyri at vinna.
Í løtuni stendur sitandi forsetin, Recep Tayyip Erdogan til at hava fingið góð 49 prosent av atkvøðunum, meðan andstøðuvalevnið, Kemal Kilicdaroglu hevur fingið 45 prosent.
Erdogan hevur fingið yvir 26,5 milliónir atkvøður, meðan Kilicdaroglu hevur fingið 24,1 milliónir, skrivar DR.
Triðja valevnið, Sinan Ogan, sum fekk góð fimm prosent av atkvøðunum, segði í gjár, at hann var vísur í, at neyðugt var við einum valumfari afturat, og hevði hann ikki tikið avgerð um, hvørjum hann fór at stuðla.
Bæði Erdogan og Kilicdaroglu søgdu, at tey vóru klár til enn eitt valumfar, um tað var tað, sum tjóðin ynskti.
Næsta valumfar verður, um neyðugt, 28. mai, skrivar Reuters.
Hetta er fyrstu ferð, at neyðugt er við einum valumfari afturat undir einum forsetavali í Turkalandi.
Í gjár var eisini tjóðartingsval í Turkalandi, og har var tað flokkurin hjá Erdogan, AKP, sum gjørdist størsti flokkur við 35,5 prosent av atkvøðunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald