Turkaland skuldsetir nú kurdiska PKK felagsskapin fyri at standa aftan fyri yvirgangsatsóknina nærhendis Ankara í gjár, tá álop varð framt móti Tusas flogverksmiðjuni, har fimm fólk lótu lív og 22 vórðu særd.
Turkiska verjumálaráðið boðar frá, at flogvápnið hevur framt 32 atsóknir móti støðum har norðuri í Irak og Sýria, sum hýsa yvirgangsfólkum.
Turkaland fremur javnan álop móti støðum hjá PKK rørsluni hinu megin markið í Irak og Sýria, skrivar finska kringvarpið, Yle.
Turkiski innanríkisráðharrin, Ali Yerlikaya, upplýsir, at umframt tey fimm deyðu, lógu eisini tvey álopsfólk eftirá, sum “eftir øllum at døma” eru limir í PKK. Vakmyndatól frá økinum vísa ein mann og eina kvinnu, sum noyða seg inn í verksmiðjuøkið við sjálvvirkandi vápnum.
Turkiska stjórnin er enn ikki komin við prógvum fyri, at talan skal vera um at tað vóru fólk frá PKK, sum lupu á Tusas verksmiðjuna.
Verksmiðjan framleiðis eitt nú stríðstyrlur og -dronur, sum landið brúkar í stríðnum móti kurdum.
Álopið hendi júst í eini tíð, har tað tykist sum um møguleikar eru fyri samráðingum millum turkisku stjórnina og PKK felagsskapin. Tað skriva fleiri altjóða tíðindastovur.
Dagin fyri álopið varð fongslaði PKK-leiðarin Abdullah Öcalan boðin at halda røðu í turkiska tjóðartinginum. Innbjóðingin kom frá leiðaranum í víðgongda tjóðskaparflokkinum, MHP.
- Lovar hann, at PKK leggur vápn síni og rýmir úr herstøðunum í Kandil-fjøllunum í Irak, so kunnu vit enda stríðið, ljóðaði ógvuliga óvæntaða fráboðanin frá leiðaranum fyri MHP-flokkin, Devlet Bahceli.
Flokkurin hevur fyrr sett seg ímóti øllum royndum at semjast við PKK, men seinastu tíðina eru komin nýggj tekin um eina broyting hesum viðvíkjandi.
Okkurt bendir á, at álopið á verksmiðjuna uttan fyri Ankara er ein roynd hjá viðgongdum PKK-falangistum at forða fyri at semja møguliga verður gjørd við turkisku stjórnina, skrivar Yle.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald