Uttanlands

Turkaland: Kunnu viðgera svenskan Nato-limaskap í summar

Hóast turkiska tjóðartingið er farið í summarfrí fram til 1. oktober hevur uttanlandsnevndin í tinginum fingið møguleika fyri at viðgera málið í summarfrítíðini

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan á tíðindafundi í Vilnius (Mynd: EPA)

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan á tíðindafundi í Vilnius (Mynd: EPA)

2023-07-15 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag byrjaði summarfrítíðin hjá turkiska tjóðartinginum, og verður tað tí ikki fyrr enn í heyst, at turkiska tingið kann taka støðu til svensku umsóknina um Nato-limaskap.

Kortini er møguligt, at málið verður avgreitt skjótari enn væntað. Turkiska tjóðartingið hevur nevniliga givið uttanlandsnevndini í tinginum møguleika fyri at arbeiða í summarfrítíðini, og harvið nýtist nevndin ikki at bíða við at viðgera svensku umsóknina um Nato-limaskap, til í heyst, um turkiska stjórnin ynskir tað, skrivar Ritzau.

Umsóknin um Nato-limaskap skal viðgerast av nevndini, áðrenn hon kann viðgerast í tinginum.

Tað var fyrr í vikuni, undan Nato-toppfundinum í Vilnius, at turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan segði, at Svøríki kundi innlimast í Nato, men turkiska tingið fór tó ikki at góðkenna umsóknina hjá Svøríki fyrr enn í heyst, tá tingið kemur saman aftur. Tað verður 1. oktober.

– Tjóðartingið er ikki savnað næstu tveir mánaðirnar. Men okkara mál er at avgreiða hetta málið skjótast gjørligt, segði Erdogan.

Enn manglar tjóðartingið í Ungarn eisini at góðkenna svensku umsóknina um Nato-limaskap, áðrenn Svøríki kann gerast limur í verjusamgonguni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder