Í gjárkvøldið varð eystari parturin av Turkalandi raktur av ógvusligum jarðskjálvta, og higartil er deyðstalið komið upp á 20, umframt at yvir 1000 fólk eru særd. Hjá fleiri er støðan hættislig.
Fleiri fólk eru framvegis saknað, og í morgun eru bjargingarfólk enn í ferð við at leita gjøgnum húsatoftirnar.
Jarðskjálvtin, ið rakti Turkaland klokkan 20.55 lokala tíð, varð máldur 6,8 á Richter-stiganum, og hevur hann oyðilagt fleiri bygningar.
Erdogan forseti hevur boðað frá, at mann fer at taka øll neyðug stig fyri at hjálpa teimum, sum eru ávirkað av skjálvtanum.
Sambært Ritzau leita bjargingarfólkini m.a. eftir fólki í leivdunum av einum bygningi í fimm hæddum, sum rapaði niður í einum býi 30 km frá Elazig. Har hevur mann longu funnið ein persón, sum enn er á lívi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald