Uttanlands

Turkaland setir fimm krøv um Svøríki skal gerast Nato-limur

Tað er tilknýtið til turkisku flokkarnar, PKK og PYD, sum er orsøk til illviljan móti svenskum Nato-limaskapi

Erdogan forseti (Savnsmynd)

Erdogan forseti (Savnsmynd)

2022-05-24 10:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Turkaland hevur lagt ein lista fram við fimm krøvum, ið skulu eftirlíkast fyri at Turkaland kann viðmæla, at Svøríki gerst limur í Nato-verjusamguni.

Tað gongur fram av einum tíðindaskrivi frá turkiska forsetaskrivstovuni. Skrivstovan hevur eisini lagt krøvini út á Twitter á fleiri ymiskum málum.

- Land okkara mælir til at halda dyrnar til Nato opnar, men heldur eisini, at limalond og lond, ið søkja limaskap, skulu samstarva á hægsta stigi í stríðnum móti yvirgangi, verður millum annað sagt.

Turkisku krøvini snúgva seg í stóran mun um viðurskiftini hjá Svøríki til kurdiska arbeiðaraflokkin, PKK, og flokkin PYD. Turkaland endurtekur eitt nú krøvini um, at Svøríki skal leysgeva eina røð av persónum, við tilknýti til flokkarnar.

Savnað undir fimm yvirskriftin eru krøvini heri:

- Støðga politiskum stuðli av yvirgangi

- Støðga við at stuðla yvirgangai peningaliga

- Støðga við at lata vápn til PKK/PYD

- Strikið revsitiltøkini móti Turkalandi

- Fremji heimsumfatandi samstarv móti yvirgangi.

Punktið um at strika revsitiltøkini móti Turkalandi vísir til, at Svøríki síðan 2019 ikki hevur viljað selt vápn til Turkalands.

Svøríki og Finnland lótu í farnu viku sínar umsóknir um at gerast limir í Nato.

Turkiski forsetin, Recep Tayyip erdogan segði beinanvegin, at hann ikki fór at loyva londunum at gerast limir í verjusamgonguni.

Um Svøríki og Finnland skulu gerast limir krevst, at øll 30 Nato-londini siga ja.

Tað er russiska innrásin í Ukraina, sum er orsøkin til, at londini nú søkja Nato-limaskap.

Nato spælir ein stóran leiklut í sambandi við kríggið.

Russland hevur kravt trygd fyri, at Ukraina ikki gerst partur av verjusamgonguni. Nato vil ikki ganga hesum kravi á møti. Sambært russum gerst tað ein trygdarhóttan, um Ukraina gerst partur av Nato.

Nógv Nato-lond hava stuðlað Ukraina við hernaðarútgerð, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina. Enn eru Nato-herfólk tó ikki send inn í Ukraina, tí landið ikki er ein partur av samgonguni, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder