Uttanlands

Turkaland, Svøríki og Finnland hittast í komandi viku

Umboð úr Turkalandi, Svøríki og Finnlandi hittast at umrøða svenskan Nato-limaskap

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari og Recep Tayyip Erdogan, forseti í Turkalandi (Mynd: Reuters)

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari og Recep Tayyip Erdogan, forseti í Turkalandi (Mynd: Reuters)

2023-06-05 13:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku fara umboð úr Turkalandi, Svøríki og Finnlandi at hittast at umrøða Svensku umsóknina um Nato-limaskap.

Tað segði Nato-aðalskrivarin Jens Stoltenberg eftir at hava hitt turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan í Instanbul um vikuskiftið, skrivar tíðindastovan Reuters.

Stoltenberg hevur áður sagt, at hann vónar at kunna innlima Svøríki í Nato áðrenn Nato-toppfundur verður í Litava 11. juli.

Neyðugt er við undirtøku frá øllum Nato-limalondum, og um Turkaland góðtekur svenskan Nato-limaskap manglar bara Ungarn at góðkenna svensku umsóknina.

Svøríki og Finnland søktu bæði um Nato-limaskap í mai í fjør, og Finnland gjørdist Nato-limur í apríl.

Turkaland hevur áður verið ímóti svenskum Nato-limaskapi m.a. við tí grundgeving, at Svøríki hevur stuðlað kurdiskum yvirgangsfelagsskapum. Turkaland hevur tí sett fleiri krøv til Svøríki, og sambært Stoltenberg hevur Svøríki eisini sett fleiri tiltøk í verk fyri at ganga krøvunum hjá Turkalandi á møti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder