Turkaland fer at hava fleiri fundir við Svøríki og Finnland um Nato-limaskap.
Tað segði turkiski uttanríkismálaráðharrin, Mevlüt Cavusoglu á tíðindafundi í dag í sambandi við, at amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Antony Blinken vitjaði í Turkalandi.
Seinastu tíðina hevur Turkaland annars fleiri ferðir boðað frá, at tey ikki vilja góðtaka svenskan Nato-limaskap men at tey eru opin fyri, at Finnland kann sleppa uppí verjusamgonguna.
Svenski uttanríkismálaráðharrin, Tobias Billström sigur, sambært DR, at útsøgnin hjá turkiska uttanríkismálaráðharranum er ein kærkomin boðskapur frá Turkalandi.
– Vit eru sjálvandi til reiðar at halda fram við hesum samráðingunum, sigur hann.
Undir vitjan sínari í Turkalandi segði Antony Blinken eisini, at hann var sannførdur um, at Nato skjótt formliga fór at bjóða Svøríki og Finnland vælkomin í felagsskapin.
– Tá tað hendir, fer tað at styrkja trygdina hjá øllum Nato-limum, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald