2023-05-29 15:55
Morgunin eftir at Recep Tayyip Erdogan varð afturvaldur til forseta í Turkalandi, var virðið á turkiska gjaldoyranum, lira, metlágt í mun til dollaran.
Í morgun kostaði ein amerikanskur dollari 20,06 lirar.
Síðan ársskiftið er virðið á liranum minkað seks prosent í mun til dollaran, og seinstu 10 árini yvir 90 prosent, skrivar Ritzau.
Inflasjónin í Turkalandi er í løtuni uml. 40 prosent. Andstøðan í landinum hevur áður funnist at turkiska forsetanum fyri ikki at lurta eftir tilmælum frá búskaparfrøðingum um at hækka renturnar. Í staðin hevur hann hildið fast við, at renturnar skulu haldast niðri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald