Svøríki hevur útflýggjað ein PKK-lim, Mahmut Tat til Turkalands, har hann hevur fingið nærum sjey ára fongsulsrevsing fyri at vera limur í kurdiska felagsskapinum.
Mahmut Tat flýggjaði til Svøríkis í 2015, men umsókn hansara um friðskjól varð tó avvíst, og kom hann fríggjadagin aftur til Turkalands, eftir at hann varð handtikin av svensku løgregluni, skrivar Ritzau.
Svøríki og Finnland hava søkt um limaskap í verjusamgonguna Nato, og Turkaland er eitt av tveimum londum, sum framvegis ikki hava góðkent limaskapin hjá hesum báðum norðurlondunum. Turkaland hevur serliga sett krøv til Svøríki, sum sambært turkum hevur stuðlað kurdiskum yvirgangsfelagsskapum. Eitt krav var, at Svøríki skuldi útflyggja kurdar og turkar, sum verða mettir at vera ein hóttan.
Turkiski løgmálaráðharrin, Bekir Bozdag sigur, sambært Reuters, at útflýggjanin av Mahmut Tat er ein góð byrjan, men Svøríki noyðist at gera meira, áðrenn Turkaland fer at góðkenna svenskan Nato-limaskap.
Løgmálaráðharrin sigur seg vóna, at fleiri útflýggjanir koma afturat, og at sviar fara at sgera meira í stríðnum móti yvirgangi. Eitt annað krav er, at Sviar skulu lyfta bannið á vápnaútflutning til Turkalands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald