Innanlands

Turkur í Klaksvík

Klaksvíkar kommuna heitir á borgarar sínar um at spara uppá vatnnýtsluna

Mynd: Pól Sundskarð

Mynd: Pól Sundskarð

2021-08-10 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað regnar nógv í Klaksvík. Soleiðis verður ofta sagt - vanliga eru tað fólk aðrastaðni frá, ið á ein hátt arga klaksvíkingar við hesum.

Nú eru trupulleikar orsakað av turki í Klaksvík, og tí hevur Klaksvíkar kommuna í dag skrivað hetta á heimasíðu sínari.

- Heitt verður á allar borgarar og virkir í Klaksvíkar kommunu um at spara upp á vatnnýtsluna, so leingi turkur er.

Tað eru fleiri støð í Føroyum, ið hava havt hendan trupulleikan í summar, og tí hava eru ymsar kommunur komnar við slíkum áheitanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder