Í Stórabretlandi verður boðað frá, at fleiri støð í Onglandi eru rakt av turki.
Talan er um partar av Suður- Mið, og Eysturonglandi.
Landið hevur havt turrasta juli mánaðin síðan 1935, og var avfallið bert 35 prosent av tí, sum í miðal fellur í juli mánað.
Orsakað av hesum hava myndugleikarnir boðað frá, at tað møguliga verður neyðugt at avmarka vatnnýtsluna. Vatnveitingarfyritøkan Yorkshire Water boðar m.a. frá, at tað frá 26. august verður bannað at brúka vatnslangur. Men í løtuni er tó einki vatntrot.
– Allir vatnveitarar hava vissað okkum um, at teir hava neyðugu veitingarnar. Vit hava samstundis gjørt teimum greitt, at tað er teirra uppgáva at syrgja fyri, at tað framhaldandi er so, sigur Steve Double, umhvørvismálaráðharri.
– Vit eru betur fyrireikað til tíðarskeið við turrum veðri enn nakrantíð fyrr, men vit halda eyga við støðuni, sigur hann sambært Ritzau.
Turkur var seinast staðfestur í Onglandi í 2018.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald