Mentan

Túsund vikuskiftispass verða seld aftrat

Í mesta lagið 8.000 fólk sleppa á Summar Festivalin  

2024-08-05 16:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stórur áhugi er fyri at fara á Summar Festivalin, sum í ár kann Summar Festivalurin halda 20 ára jubileum. Summar Festivalurin byrjar hóskvøldið og heldur fram til leygarkvøldið.

Økið á Vágsbø er nakað minni orsakað av bygging í økinum, og tað hevur við sær, at í mesta lagi 8.000 fólk sleppa á Summar Festivalin.

Forsølan hevur gingið sera væl, og tí boðar Summar Festivalurin nú frá, at bert túsund vikuskiftispass aftrat verða seld í forsølu.

Afturat tí verður eitt avmarkað tal av dagsatgongumerkjum sett til sølu. Hesi atgongumerki kunnu bert keypast við inngongdina á sjálvum degnum.

Á Summar Festivalinum í ár spæla eitt nú Olly Murs, Uriah Heep, Faustix, Paul Watchorn, Lena Anderssen, Dynamit, Dania O. Tausen, RSP, Frændur og fleiri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder