Uttanlands

Túsundatals evropearar mótmældu rasismu í gjár

Skipað var fyri mótmælistiltøkum í fleiri evropeiskum stórbýum í gjár

Mótmælisfólk í Milan í Italia (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk í Milan í Italia (Mynd: EPA)

2020-06-08 07:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var skipað fyri mótmælisgongu ímóti rasismu á Vaglinum í Havn, har fleiri hundrað fólk møttu upp. Sí myndir her. Og skipað var eisini fyri mótmælistiltøkum í fleiri øðrum evropeiskum býum, har túsundatals fólk luttóku.

Í Keypmannahavn luttóku 15.000 fólk, og sambært donsku løgregluni gekk alt fyri seg á friðarligan hátt.

[object Object]

Í svenska býnum Göteborg luttóku uml. 2.000 fólk, og boðað varð frá bardøgum, og løgreglan noyddist at leggja seg uppí. Hetta fekk síðani nøkur mótmælisfólk at kasta fløskur eftir løgreglufólkunum. Tvey fólk eru síðani vorðin handtikin.

Eisini vóru túsundatals fólk savnað uttanfyri amerikonsku sendistovuni í spanska høvuðsstaðnum Madrid, og í italska høvuðsstaðnum Rom vóru fleiri túsund fólk eisini møtt upp.

[object Object]

Mótmælt var eisini frammanfyri amerikonsku sendistovuni í Budapest í Ungarn. Túsundatals mótmælisfólk vóru eisini at síggja í Hollandi og Belgia. Mett verður, at næstan 10.000 fólk luttóku í mótmælistiltakinum í Brússel, og har vórðu 150 fólk eisini handtikin fyri herverk.

Í London vóru samanbrestir millum løgreglufólk og mótmælisfólk bæði uttanfyri bústaðin hjá forsætisráðharranum í Downing Street og uttanfyri amerikonsku sendistovuni.

[object Object]

Mótmælistiltøkini eru komin í kjalarvørrinum á deyða George Floyd, sum fyri nú tveimum vikum síðani varð dripin undir einari handtøku í amerikanska býnum Minneapolis. Upptøkur av hendingini vísa, hvussu ein løgreglumaður trýstir knæið móti hálsinum á honum í átta minuttir, meðan Geoge Floyd sigur, at hann ikki fær andað.

Løgreglumaðurin er nú handtikin og skuldsettur fyri morð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder