Túsundatals fólk mótmæla í dag á gøtunum í russiska høvuðsstaðnum, Moskva.
Orsøkin er, at myndugleikarnir hava noktað valevnum hjá andstøðuni at stilla upp til lokalvalið í Moskva, ið skal vera í september. Mótmælisfólkini krevja nú eitt frælst og rættvíst lokalval.
Tað er millum annað valevni, ið eru komin við atfinningum móti russiska forsetanum, Vladimir Putin, sum ikki sleppa at stilla upp til valið, skrivar Politiken.
Sambært russiska innlendismálaráðnum luttaka uml. 12.000 fólk í mótmælinum.
Fleiri kendir andstøðupolitikarar eru millum mótmælisfólkini.
Grundgevingin hjá myndugleikunum fyri at nokta valevnum at stilla upp er m.a., at summar av veljaraundirskriftunum, sum vórðu savnaðar inn, eru falskar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald