Uttanlands

Túsundatals fólk mótmæltu í franska høvuðsstaðnum

Tað er vaksandi livikostnaðurin, sum fólkini eru ónøgd við, og vilja tey hava, at lønirnar í landinum skulu fylgja inflasjónini

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-10-17 10:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár gingu túsundatals mótmælisfólk á gøtuni í franska høvuðsstaðnum París fyri at vísa sína ónøgd við vaksandi livikostnaðin og fyri at krevja, at lønirnar í landinum fylgja inflasjónini.

Formaðurin í vinstraflokkinum La France Insoumise, Jean-Luc Mélenchon og fýra fakfeløg heita eisini á fólk um at fara í verkfall í morgin, og hetta væntast at raka tokferðsluna og aðrar partar av almenna geiranum.

Fleiri mótmælisfólk kastaðu grót og annað eftir løgregluni, og hetta fekk løgreglufólk at svara aftur við táragassi og stavum. Fleiri handlar og í minsta lagi ein banki varð eisini álopin av mótmælisfólkum.

Sambært fyriskiparum av mótmælinum, luttóku uml. 140.000 fólk, men løgreglan vil tó vera við, at talan bert var um 30.000.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder