Uttanlands

Túsundatals katalanar á gøtunum fyri loysing

Í sambandi við tjóðardagin hjá Katalonia leygardagin, varð skipað fyri skrúðgongu í Barcelona. Hetta var størsta skrúðgonga í Katalonia, síðan koronafarsóttin byrjaði at gera um seg

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-12 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið fóru túsundatals katalanar á gøtuna í Barcelona fyri at krevja loysing frá Spania.

Sambært lokalu løgregluni verður mett, at uml. 108.000 fólk luttóku í skrúðgonguni, meðan fyriskiparar meta, at talið var nærri 400.000, skrivar Ritzau.

Leygardagin var tjóðardagur hjá Katalonia, ársdagurin fyri katalanska tapið móti spanska herinum í 1714. Seinastu tíggju árini hevur hesin dagurin verið merkisdagur hjá katalansku loysingarrørsluni, sum ynskja loysing frá restini av Spania.

Skrúðgongan byrjaði klokkan 17.14 fyri at vísa til árstalið fyri tapið hjá Katalonia.

Talan er um størstu skrúðgonguna í Katalonia, síðan spanska stjórnin í summar náðaði níggju katalansk loysingarfólk, sum vórðu koyrd í fongsul fyri fólkaatkvøðuna um fullveldi í 2017 – hesi luttóku eisini í skrúðgonguni. Eisini er tað størsta skrúðgonga í Katalonia, síðan koronafarsóttin rakti Evropa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder