2023-02-26 11:53
Leygardagin savnaðust túsundatals fólk við Brandenburger Tor í týska høvuðsstaðnum Berlin at mótmæla, at Týskland letur hernaðarligan stuðul til Ukraina.
– Vit heita á týska kanslaran um at steðga vápnaveitingina. Nú. Tað kostar hvønn dag upp móti 1.000 mannalív og tekur okkum nærri einum triðja heimsbardaga, siga fyriskiparar á heimasíðu teirra.
Týska løgreglan metir, sambært The Guardian, at uml. 13.000 fólk møttu upp at mótmæla, meðan fyriskiparar siga, at talið var upp móti 50.000.
Umframt høvuðsstaðnum, varð eisini mótmælt í øðrum týskum býum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald