Mentan

TV2 leitar eftir gávuríkum føroyingum

Kanska er vinnarin í ár úr Føroyum? “Danmark har Talent“ sóknast eftir luttakarum

2019-03-14 12:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í heyst verður “Danmark Har Talent” aftur víst á TV2, og í løtuni verður leitað eftir gávuríkum fólkum, sum kunnu luttaka í sendingini.

Eisini leita tey eftir talentum í Føroyum.

- Vinnararnir frá undanfarnu árunum komu úr Aabenraa, Viborg, Keypmannahavn og Thised… kanska vinnarin í ár er úr Føroyum? spyr TV2.

Til ber at tekna seg til kappingina sum einstaklingur ella í bólki. Vinnarin fær við sær eina peningaupphædd.

Føroyingar hava áður luttikið í Talent. Millum annað Sigmund Tróndheim luttók fyri nøkrum árum síðani. Hann sóu vit í fjør í X Factor, og herfyri í danska grand prixnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder