2022-07-26 09:34
Trygvi Danielsen – eisini kallaður Silvurdrongur – kemur heim aftur úr Onglandi við tveimum flottum virðislønum fyri film sín “111 góðir dagar”, sum varð frumsýndur í Havnar Bio fyri einum ári síðani.
Filmurin hevur verið við á altjóða filmsfestivalinum Brighton Rocks International Film Festival.
Og í gjár varð føroyski filmurin kosin til besta spælifilm á festivalinum. Og Tryggvi Danielsen varð eisini skýrdur besti leikstjóri.
Sí eisini: 111 góðir dagar - nýggjur føroyskur spælifilmur í biografinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald