placeholder
Uttanlands

Tvær bátsvanlukkur við flóttafólki

Nógv flóttafólk søkja griksku oyggjarnar fyri tíðina. Minst 15 lótu lív, tá ein bátur við flóttafólki sakk nærhendis Lesbos

Fólk verða hivað upp úr sjónum á griksku oynni Kythira (Mynd av Twitter)

Fólk verða hivað upp úr sjónum á griksku oynni Kythira (Mynd av Twitter)

2022-10-06 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst 15 fólk hava latið lív, eftir at bátur teirra sakk út fyri griksku oynni Lesbos tíðliga í morgun. Hetta upplýsir grikska sjóverjan, sambært Reuters.

Vanlukkan er onnur vanlukkan við flóttafólkum innan fyri eitt samdøgur. Hin vanlukkan var við oynna Kythia.

Umleið 40 fólk vóru umborð á bátinum, sum sakk. 15 lík eru funnin og fimm fólk eru funnin á lívi, upplýsir sjóverjan. Sostatt eru 20 fólk, sum ikki eru funnin.

Báturin sakk eystan fyri oynna Lesbos, ið liggur nærhendis turiksku strondina. Eitt far hjá griksju sjóverjuni og ein tyrla fóru í skundi til økið. Men nógvur vindur gjørdi bjargingararbeiðið trupult.

Á Lesbos verður nú leitað eftir fólki, sum kanska hava bjargað sær til lands. Tað var í hesum leitingararbeiði, at komið varð fram á tvey lík, ið vórðu funnin á oydjum strandaøki.

Hin vanlukkan hendið 100 kilometrar haðani, á oynni Kythira. Her sakk ein bátur mikukvøldið eftir at hann rendi á land í illveðri. Um 100 fólk vóru umborð.

Her hava bjargingarfólk leitað bæði á sjógvi og á landi, og higartil eru 80 fólk funnin, skrivar AFP.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder