Innanlands

Tvær buklur komnar fremst á skipinum

Hetta tó uttan at nakar leki er staðfestur, og Skipaeftirlitið hevur tí givið fyribils loyvi til, at Ternan er í vanligari sigling

2021-05-30 23:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kavarar hava staðfest, at tvær buklur komu fremst á Ternuni, tá strandfaraskipið seinnapartin í gjár rendi á land inni í mølini í Skopunar havn.

Fráboðanin kom klokkan 16.23, og avgjørt var beinanvegin at lata Ternuna vera liggjandi so møguligi skaðin kundi kannast og bíða var eftir, at tað fór at fløða aftur, sigur Strandferðslan í kunningarskrivi á heimasíðuni.

Hvørki ferðafólk, manning ella farmur fekk nakran skaða og vóru ferðafólk løtu seinni førd í land við Kavaranum.

[object Object]

Tveir tímar seinni sigldi Ternan inn til bryggjuna í Skopun og kundu kavarar seinni staðfesta, at tvær buklur eru komnar fremst á skipinum, tó uttan at nakar leki er staðfestur. Skipaeftirlitið hevur tí fyribils givið loyvið til, at Ternan kann fara aftur í vanliga sigling, og fór hon aftur á leið 60 fyrsta túrin í morgun.

Eftir hendingina, sigldi Hasfjord áhaldandi millum Gomlurætt og Skopun til seinasta túrin av Gomlurætt kl. 22:40. Erla Kongsdóttir kom eisini inni á leið 60 og gjørdi túrar millum Skopun/Gomlurætt og Gomlurætt/Hest, so at øll ferðafólk sluppu um fjørðin, tó við seinkingum.

Ferðandi, ið hava bílagt og goldið fyri plássbílegging á túrum, ið vóru avlýstir á leið 60 og 85, fáa peningin endurgoldnan sum skjótast, sigur Strandferðslan á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder