Russiska loftverjuskipanin hevur í nátt varnast skotið niður tvær ukrainskar dronur yvir Kaluga- og Istra-landslutunum.
Tað upplýsir russiska verjumálaráðið og borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, sambært Reuters tíðindastovuni.
Kaluga liggur í ein útsynning úr Moskva, meðan Istra liggur í Moskva-økinum, umleið 65 kilometrar í ein útnyðring úr høvuðsstaðnum.
Á boðtænastuni Telegram skrivar Sergej Sobjanin, at dronurnar “royndu at fremja eitt álop á Moskva”.
Onki stendur um, hvussu hann kundi vita tað. Sambært borgarstjóranum eru enn ongi boð komin um, at nakar hevur fingið skaða í sambandi við at dronurnar vórðu skotnar niður.
Verjumálaráðið upplýsir, at dronan í Kaluga-økinum varð oyðiløgd umleið klokkan 03 lokala tíð í nátt.
Tað er næstan daglig hending, at Russland boðar frá, at tey hava skotið ukrainskar dronur niður í russiskum øki. Ofta hava dronurnar flogið yvir ella nærhendis Krim-hálvoynni og Moskva.
Krim varð hertykin av Russlandi í 2014 og verður mett sum russiskt øki. Flest onnur lond meta hálvoynna at hoyra til Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald