2020-09-10 18:59
Í gjár vórðu tey 300 atgongumerkini til komandi útgávukonsertirnar hjá Eivør útseldar eftir tveimum minuttum.
Nú fáa 200 fólk afturat møguleika at ogna sær atgongumerki.
Norðurlandahúsið boðar í dag frá, at tvær eykakonsertir verða við Eivør. Ein fríggjadagin 18. september kl. 17 og ein sunnudagin 20. september kl. 20.
Bert 100 atgongumerki verða – vegna korona – sett til sølu til hvørja konsertina.
Sølan byrjar á nlh.fo í morgin 11. september kl. 11 og til ber í hægsta lagi at keypa fýra atgongumerki pr. keyp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald