2022-09-08 17:15

Hósdagin í síðstu viku var hátíðarhald á Elektron á Staravegnum í Havn. Hetta var í sambandi við at Hannis P. Wardum og Haldur Suni Johansen høvdu 25 ára starvsdag í fyritøkuni.
- Báðir tveir byrjaðu í starvi hjá okkum í 1997, og eru vit sera glað og errin av, at teir hava verið við okkum øll hesi týdningarmiklu árini, sigur Elektron.
- Stórt tillukku við 25 ára starvsdegnum, Hannis P. Wardum og Haldur Suni Johansen, sigur Elektron.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald