Høgni Bjørgheim Rasmussen var heppin í Gekkinum í kvøld. Tvær ferðir kom hann ígjøgnum, og báðar ferðir fekk hann okkurt heim við aftur. Aðru ferð heilar 700.000 krónur.
Fyrru ferð kom hann ígjøgnum við einari rekkju, og skuldi velja bókstav. Hann fekk gulan vinning og valdi sær eina danmarkarferð við Norrønu.
Og løgið nokk var hann aftur í horninum løtu seinni við fullari plátu, og 2,1 millión vóru uppá spæl.
Høgni valdi at deila vinningin í trý, og tað gjørdi hann rætt. Í fyrstu royndini at snara hjólinum lendi hann á reyða leypinum og tryggjaði sær 700.000 krónur.
Nógv betri kann tað ikki gerast.
Næsta fríggjakvøld er Gekkurin 1,5 milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald