Mentan

Tvær føroyskar filmsverkætlanir fáa danskan filmsstuðul

Filmar um Sigrun Gunnarsdóttir og Silvurdrong fáa nú eisini framleiðslustuðul

Silvurdrongur (Mynd: Made in Copenhagen 2 / Kykmyndir)

Silvurdrongur (Mynd: Made in Copenhagen 2 / Kykmyndir)

2020-01-03 18:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvær føroyskar verkætlanir vóru við, tá Norddok lat út framleiðslustuðul til tríggjar heimildarfilmar. Endamálið við Norddok er at stuðla kunnleikan til ríkisfelagsskapin millum Grønland, Føroyar og Danmark.

Í alt komu inn 39 umsóknir inn til menningarstuðul. Seks av verkætlanunum hava fingið menningarstuðul, og nú eru so tríggjar teirra valdar út til at fáa framleiðslustuðul eisini.

Føroysku filmsverkætlanirnar, sum vóru við í hesi útlutanini, eru ’Heartist’ og ’Pigen og Sølvdrengen’.

Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi eru leikstjórar til ’Heartist’, sum verður framleiddur av Rógviper saman við Kykmyndir.

’Heartist’ er ein fagufrøðiligur heimildarfilmur, sum lýsir truplu javnvágina millum listarligt virki og familjulív. Hann er um litføgru listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir, sum hevur fingið stóru avbjóðingina at skapa grøðandi list til nýggja sjúkrahúsbygningin í Havn. Í tilgongdini grundar hon yvir lívið og deyðan og hvat tað er, ið ávirkar list hennara.

[object Object]
Sigrun Gunnarsdóttir (Mynd: Rógviper / KykmyndirO

’Pigen og Sølvdrengen’ er ein donsk-føroysk verkætlan. Cecilie Debell og Maria Guldbrandsø Tórgarð leikstjórna filmin, sum verður framleiddur av Made in Copenhagen 2 saman við føroyska felagnum Kykmyndir.

Filmurin snýr seg um Trygva Danielsen, hiphop listamaður og skald, sum alt sítt lív hevur drigist við angist. Tí hevur hann funnið upp á eitt alter-ego, Silvurdrongur, sum er fyltur við sjálvsáliti tá hann er á palli. Men hann ynskir at vera ein ekta útgáva av sær sjálvum og stríðist við hesar báðar persónsmenskurnar. Nærmastu vinir hansara – ein bólkur av kreativum og eksperimenterandi ungum – koma honum til hjálpar.

Triðji filmurin, sum fekk framleiðslustuðul frá Norddok, er grønlendska verkætlanin ”Siunissaq – det sidste menneske”, sum Ivalo Frank leikstjórnar.

Talan er um ein framtíðar ræðufilm um okkara tíð, fortald av ungum, granskarum, listafólki, sjónleikarum og rithøvundum. Filmurin snýr seg um lívsins uppruna, vatnið, ið fløðir – og til menniskjaligu siðmentanina sæð úr Grønlandi. Filmurin er ein fagnaður til lívið beint nú, lívið sum er í einum spenningsøki millum tveir pólar: byrjanina og glatanina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder