Innanlands

Tvær fráboðanir um harðskap í nátt

Ein persónur er handtikin í sambandi við eina málið, og verður hann avhoyrdur í dag

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-11-05 10:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fitt av fólki hevur verið í býnum í nátt, men sum heild hevur verið rættiliga friðarligt, sigur løgreglan.

Tó kanna tey í løtuni tvey harðskapsmál, sum vórðu fráboðað í nátt.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at eingin hevur fingið álvarsligan skaða.

Í eina førinum veit løgreglan, hvør brotsmaðurin er, og varð hann tikin við á støðina í nátt. Hann er enn hjá løgregluni, og skal hann avhoyrast seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder