2019-11-13 09:30
Í gjár fekk løgreglan tvær fráboðanir um herverk – báðar úr Havn.
Tað var beint eftir klokkan níggju í gjármorgun, at boðað var frá herverki á Skúlaheiminum í Marknagili. Talan var um onkran, sum hevði skotið við luftbyrsu og brotið tvey vindeygu.
Í gjár kom eisini fráboðan um ein bil, sum hevði verið útsettur fyri herverki, tá hann stóð í miðbýnum í Havn. Onkur hevði m.a. tikið vindeygaviskaran av bilinum.
Herverkið varð framt sunnudagin, men tað var fyrst meldað í gjár, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald