Innanlands

Tvær fráboðanir um herverk í gjár

Onkur hevur framt herverk á ein bil og eina gravimaskinu í høvuðsstaðnum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-11 09:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin fekk løgreglan tvær fráboðanir um herverk – báðar úr Havn.

Um morgunin varð boðað frá, at onkur hevði skøvað ein bil í miðbýnum. Seinni varð eisini boðað frá, at onkur hevði framt herverk á eina gravimaskinu. Talan var um nakrar rútar, sum vóru knústir.

Annars hevur dagurin í gjár verið rættiliga friðarligur, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Men seinnapartin í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna við Gøtugjógv, og tá vórðu sjey bilførarar eisini tiknir fyri at tosa í handhildnari telefon. Tað fáa teir allir eina bót fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder