Innanlands

Tvær fráboðanir um innbrot í gjár

Onkur hevur stolið heilivág úr einum bati, og enn einaferð hevur onkur verið eftir rúsdrekka og peningi í Mikkeller

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-25 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadag seinnapart fekk løgreglan eina fráboðan um, at onkur hevði brotið inn í Mikkeller í Havn. Ein rútur var brotin, og tjóvurin hevði stolið bæði pening og rúsdrekka.

Á middegi í gjár fekk løgreglan so enn eina fráboðan um, at innbrot hevði verið í Mikkeller náttina fyri. Aftur hesa ferð hevði tjóvurin stolið rúsdrekka og pening.

Innbrotini verða kannað nærri, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Fyrrapartin í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um eitt annað innbrot. Hesa ferð var tað onkur, sum hevði brotið inn og stolið heilivág úr manningarúminum á einum báti á Bursatanga.

Innbrotið varð meldað leygarmorgunin, men tað var hent í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder