Innanlands

Tvær fráboðanir um stuldur í gjár

Í báðum førum var talan um persón, sum hevði stolið klæðir úr einum handli í Havn

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-04 10:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár fekk løgreglan tvær fráboðanir um stuldur.

Fráboðanirnar komu úr tveimum handlum í høvuðsstaðnum, og var talan um ung fólk, sum høvdu tikið nøkur klæðir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Tann eini persónurin varð steðgaður tætt við handilin, og í hinum førinum hava tey eisini mynd av persóninum, verður upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder