Nógvur vindur var í gjárkvøldið og í nátt, og í hesum sambandi fekk løgreglan tvær fráboðanir um vindskaðar.
Úr Havn kom ein fráboðan um, at krympiplastið var skrædnað á einum bygningi, sum er undir umvæling í løtuni, og av Tvøroyri varð boðað frá, at flagið var farið av einum taki og hekk fyri vindeygu og úthurð, so húsfólkið ikki slapp út. Tilbúgvingin varð send á staðið at hjálpa.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at seinasta samdøgrið sum heild hevur verið friðarligt. Løgreglan hevur verið úti og vitjað skeinkistøð, men har hevur einki verið at finnast at, og tað vóru heldur ikki nógv fólk í býnum.
Onkur lítil ferðsluóhapp hava verið, og streymslitini í gjárkvøldið órógvaðu eisini ljósið í bæði Norðoyatunlinum og Vágatunlinum. Boðað varð m.a. frá, at tað var myrkt í miðjuni á Norðoyatunlinum, meðan tað var øgiliga bjart í øðrum endanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald