Tvær kvinnur lótu í gjár lív í einum harðskapstilburði á einum miðnámsskúla í Malmö í Svøríki.
Tað var seint seinnapartin, at løgreglan var tilkallað til eina hending á Malmö Latinskola. Ein ungur maður leyp á skúlan við øks og knívi, skrivaði svenska TT tíðindastovan.
Fyrstu boðini vóru ógreið, men talan var um “deyðiligan harðskap” inni á Malmö Latinskola, varð upplýst.
Eitt stórt lið av løgreglufólki og fleiri sjúkrabilar vórðu send til staðið, og stutt eftir komu boðini um, at tvey fólk vórðu flutt á sjúkrahús, og at ein triði persónur var handtikin.
Um 50 fólk vóru á skúlanum, tá fráboðanin kom til løgregluna nakað eftir klokkan fimm seinnapartin í gjár, lokala tíð. Talan var um næmingar, sum vandu til ein musical. Tað ganga annars um 1.100 næmingar á latínskúlanum.
Næmingar hava greitt fjølmiðlum frá, at tey stóðu á pallinum og vandu, tá boðini komu um at rýma av skúlanum sum skjótast. Fyrst hildu tey, at onkur skemtaði við teimum, men tá tey sóðu vælmannaða og -brynjaða løgregluliðið, gekk upp fyri teimum, at talan var um ramasta álvara.
Í gjárkvøldið kundi løgreglan í Malmö so boða frá, at tvær kvinnur í hálvtrýssunum høvdu latið lív í álopinum. Talan er um kvinnur, sum starvaðust á skúlanum.
Eisini varð upplýst, at ein 18 ára gamal drongur er handtikin og undir illgruna fyri einsamallur at hava staðið fyri álopinum.
Enn er óvist, hvat orsøkin er til ógvusligu hendingina.
![]()
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald