Tvær Nobel-virðislønir í bókmentum verða latnar í ár. Tað upplýsir skrivarin í akademinum, Anders Olsson, fyri Dagens Nyheter.
Onnur virðislønin verður tann, sum akademiið ikki varð ført fyri at útnevna í fjør, og so eina virðisløn fyri í ár.
Nobelstovnurin heldur, at Det Svenske Akademi nú hevur ruddað so mikið eftir seg eftir kreppuna, sum rakti stovnin hart í fjør.
Gølan kring gamla mentanarstovnin í Stockholm kom í hæddina, tá 18 kvinnur í 2017 traðkaðu fram og søgdu frá, at tær høvdu verið fyri kynsligum av einum manni við tøttum tilknýti til akademiið.
Les eisini: Svenska akademiið gerst virkið aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald