Uttanlands

Tvær ógvusligar vanlukkur á Jersey

Hósdagin varð ein trolbátur árendur og tríggir mans sjólótust. Leygarmorgunin sprongdist eitt íbúðahús í luftina - roknað verður við, at níggju fólk eru deyð

Bjargingarlið leita enn í húsaleivdunum í St. Helier (Mynd: EPA)

Bjargingarlið leita enn í húsaleivdunum í St. Helier (Mynd: EPA)

2022-12-12 15:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sorg er á bretsku kanaloynni, Jersey, eftir tvær ógvusligar vanlukkur, sum tilsamans hava kravt minst sjey mannalív, kanska meira.

Hósdagin gekk eitt fiskifar burtur. L’Ecume II rendi saman við eini ferjuni Commodore Goodwill. Ferjan, sum er skrásett í Bahamas, røkir rutusambandið millum kanaloyggjarnar og Portsmouth, og var tíðliga hósmorgunin á veg av Guernsjey til St. Helier á Jersey, tá hon rendi saman við 18 metra langa trolbátinum á eini leið 3,5 fjórðingar vestur úr Jersey.

Tríggir mans vóru við L’Ecume II, sum allir helst eru sjólátnir.

Bert tvey samdøgur eftir hesa vanlukkuna hendi so ein størri vanlukka, tá ein íbúablokkur í økinum Haut du Mont í høvuðsstaðnum St. Helier sprongdist.

Fimm fólk eru funnin deyð, meðan tað framvegis verður leitað eftir fýra fólkum, sum eru saknað.

[object Object](Mynd: EPA)

BBC skrivar, at tey enn í morgun arbeiddu við at leita í húsaleivdunum, men at ongar vónir eru um at finna nakran á lívi.

Stjórnin á Jersey hevur lýst landasorg, og givið boð um at flagga á hálvari stong heilt fram til tollaksmessudag. Í dag var eisini hildin ein minuttur í stilli í samhuga við tey deyðu og familjum teirra.

Tað verður framvegis kannað, hvør orsøkin var til ógvusligu spreingingina leygarmorgunin. Hildið verður við vissu, at talan er um eina gassspreinging, men tað er ikki staðfest enn, sambært politiovastanum á staðnum.

Sløkkiliðið varð fríggjakvøldið kallað til bygningin, tí onkur hevði boðað frá, at tað luktaði av gassi í økinum. Sløkkiliðið kundi tá ikki finna nakran leka, skrivar BBC.

Føroysk ítróttafólk hava tætt tilknýti við Jersey við tað at Jersey er ein av oyggjunum í oyggjaleika-familjuni. 

Í summar verða oyggjaleikir á grannaoynni Guernsey. Og fyrireikararnir av leikunum á Guernsey eru, sum vera mann, ávirkaðir av hendingini. Í gjár sendu tey hesa dagføringina út á Facebook:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder