Mentan

Tvær umsóknir til Eiðis prestagjald

Emil Olsen fer frá sum sóknarprestur

Mynd: Fólkakirkjan

Mynd: Fólkakirkjan

2019-01-18 15:45 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Eftir meira enn 35 ár í kallinum sum sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi fer Emil Olsen frá, tá ið juni mánaður er liðin. Emil Olsen hevur røkt embætið við ídni, nærlagni og trúfesti.

Soleiðis skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni, nú Emil Olsen fer frá. Tvæær umsóknir eru nú komnar til Eiðis prestagjald. 

Farin úr embætinum kemur Emil Olsen at virka sum stiftsprestur. Hann verður knýttur at biskupinum og honum til tænastu. 

Tá umsóknarfreistin var úti fyrradagin, vóru tveir umsøkjarar til embætið. Kirkjuráðini taka støðu til umsóknirnar í næstum. Nýggi presturin tekur ætlandi við kallinum 1. juli 2019. Tað er landsstýriskvinnan í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder