2021-02-10 00:04

Í januar mánaða vóru 25 ár liðin, síðan Óli Ólason Olsen og Páll Lervig komu í starv hjá IRF.
Tí varð skipað fyri móttøku í Leirvík og í Vági, har Óli og Páll arbeiða. Stjórin, Poul Andrias Joensen, ynskti teimum til lukku, handaði blómur og gávubrøv og ynskti framhaldandi gott samstarv.
Óli Ólason Olsen arbeiðir við hagreiðing av serliga dálkandi burturkasti á Hagaleiti í Leirvík, og Páll Lervig arbeiðir í innsavningini í Suðuroy.
Umleið 100 fólk arbeiða hjá IRF, og millum teirra eru mong, sum hava verið hjá felagnum í nógv ár, skrivar irf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald