2022-08-28 09:43

Tíðliga seinnapartin í gjár varð tvær ferðir send boð eftir bjargingarbáti, tí ein bátur var uppsteðgaður.
Fyrst varð boðað frá, at ein bátur var steðgaður upp norðanfyri Risan og Kellingina, og varð Rescue Vón boðsend at hjálpa.
Vón sleipaði bátin til Haldórsvík, og hetta tók alt hálvan triðja tíma, skrivar Vørn á heimasíðuna.
Ikki lang eftir, at fyrsta fráboðanin var komin, varð boðað frá, at ein annar bátur var uppsteðgaður norðanfyri Fugloynna.
Ziska varð sendur at hjálpa, og sleipaði hann bátin inn á Hvannasund. Hetta tók nærum fýra tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald