2023-08-07 09:19
Um vikuskiftið fekk MRCC tvær fráboðanir frá bátum, sum høvdu maskinbrek, skrivar Vørn.
Stutt eftir klokkan 16 í gjár kom ein fráboðan frá einum báti út fyri Hvalvík. Juvel sleipaði hann til Hvalvíkar, og hetta tók 20 minuttir.
Á middegi leygardagin bað ein annar bátur um hjálp á Gulanum. Arbeiðsbáturin hjá Brimli sleipaði hann til Argir, og tók tað ein góðan hálvan tíma.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald