2022-11-19 11:25
Um klokkan hálvgum tíggju í morgun varð boðað frá einum ferðsluóhappi á vegnum millum Hvalvík og Áir. Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið vórðu sent á staðið.
Á løgreglustøðini í Havn kundu tey at byrja við ikki upplýsa so nógv um hendingina annað enn, at talan var um nakað álvarsamt, og at tveir bilar vóru uppií.
Útvarpið visti tó á middegi at siga, at talan var um eina vanlukku, sum hevur kravt eitt mannalív.
Dagførd kl. 12.37
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald