Sum Norðlýsið skrivaði fyri løtu síðani, hendi eitt ferðsluóphapp við kirkjugarðin í Klaksvík seint fyrrapartin.
Portalurin hevur tosað við vaktleiðaran á løgreglustøðini í Havn. Fráboðanin kom inn skjótt, og sjúkrabilur var skjótur á staðnum.
Tað sá út til, at bilarnir høvdu rent frontalt saman - ein kom koyrandi úr Klaksvíkini og úteftir og ein av Norðoyri og inneftir.
Oyravegurin var latin fyri ferðslu í eina løtu orsakað av hendingini, meðan løgregla, portørar og onnur arbeiddu á staðnum.
Vaktleiðarin upplýsir, at báðir førararnir endaðu á sjúkrahúsinum til kanningar. Hjá tí eina stóð ikki so væl til við beininum, og skinnabeinið er møguliga brotið.
Tað er framvegis óvist, hví bilarnir stoyttu saman, fáa vit upplýst. Tað er lýggjari í veðrinum, so ivasamt er, hvussu stóran leiklut hálka hevur havt. Hetta fer løgreglan at kanna nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald