Innanlands

Tveir bilar stolnir í Havn í gjár

Annar er ikki funnin enn – ein bronsulittur Nissan Qashqai frá 2017

Talan er um ein bil líknandi hesum

Talan er um ein bil líknandi hesum

2024-01-12 08:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir bilar vórðu stolnir í Havn í gjár. Tann fyrri varð stolin uttan fyri abulatoriið á Landssjúkrahúsinum í Havn onkuntíð millum klokkan 13.45 og 14.15.

Hesin bilurin varð funnin nakað seinni á Óðinshædd uttan fyri Posta-bygningin.

Men haðani er ein annar bilur stolin, sum ikki er funnin enn.

Løgreglan eftirlysir tí ein bronsulittan Nissan Qashqai frá 2017 við nummarplátunum TS327.

Bilurin er serligur, tí liturin er ikki vanligur, upplýsir vaktleiðarin á løgregluni.

Bilurin er stolin onkuntíð millum klokkan 13.45 og 17 í gjár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder