Innanlands

Samanstoytur í Sandslíð

Fyri einum góðum tíma rendu tveir bilar frontalt saman í Sandslíð. Stoyturin var harður, men sum skilst er ikki álvarsligur fólkaskaði

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2022-03-25 09:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Beint fyri klokkan átta í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at tveir bilar vóru stoyttir saman í Sandslíð, sunnanfyri Sand.

Tilsamans vóru trý fólk í óhappinum.

Sum skilst av løgreglustøðini, so er ikki talan um álvarsligan fólkaskaða, men fólkini eru send til læknan í oynni til nærri kanningar. Stoyturin var harður og stoytkoddin varð brostin upp.

Bilarnir stóðu mitt á vegnum, og hetta tarnaði ferðsluni eina løtu, men klokkan hálvgun níggju var vegurin opin aftur, verður upplýst av løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder