2024-09-19 07:49
Løgreglan hevur hetta seinasta samdøgrið tikið tveir bilførarar, sum eru skuldsettir fyri at koyra ávirkaðir av øðrum enn rúsdrekka.
15,1’ara-mál verða hesi lógarbrot kalla á løgreglumáli, skipað til grein 15 1. stykki í ferðslulógini, sum snýr seg um at koyra ávirkað/ur av ‘tilvitsávirkandi evni’. Hetta eru mál, ið eru vorðin alt meira vanlig hesa seinastu tíðina.
Annar bilførarin varð tikin á aljósum degi um 14-tíðina í gjár, meðan hin varð tikin um 2-tíðina í nátt, báðir í Norðoyggjum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald