
Um hálvgun tíggjutíðina fyrrapartin í gjár rendu tveir bilar saman í rundkoyringini á Sundsvegnum. Løgreglan kom á staðið, og annar bilførarin verður skuldsettur fyri ikki at hava hildið víkiskyldu sína, tá viðkomandi koyrdi inn í rundkoyringina. Vanliga geva slík brot treytaða døming av koyrikortinum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Klokkan 13.45 í gjár hendi eitt líknandi óhapp á Varðagøtu, tá ein persónbilur koyrdi út úr eini síðugøtu og rendi á ein býbuss. Umfatandi materiellur skaði hendi, men ongin persónsskaði. Bilførarin í persónbilinum er nú skuldsettur fyri ikki at hava hildið víkiskylduna.
Seinnapartin var ein bilførari støðgaður í Havn, og førarin er nú skuldsettur fyri at hava koyrt bil ávirkaður av rúsandi evnum. Eisini fyri at hava koyrt bil uttan at hava koyrikort.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald