Innanlands

Tveir bilførarar koyrdu ávirkaðir í nátt

Eini 20 bilar vórðu steðgaðir av løgregluni í Havn, men annars hevur náttin verið rættiliga friðarlig, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-10 09:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt gjørdi løgreglan nakað burtúr at kanna ferðsluna í høvuðsstaðnum, og vórðu eini 20 bilar steðgaðir.

Í tveimum førum var ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður. Tað var beint fyri klokkan ávikavíst fýra og seks.

Tann eini bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, og hin var ávirkaður av rúsevnum.

Blóðroynd er tikin av teimum báðum, og bíðað verður eftir úrslitinum.

Annars hevur talan verið um eina rættiliga friðarliga nátt, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder